Uttanlands

Trump: Tað er Biden, sum er fíggindin

Tað er ikki høgravongurin men vinstravongurin, sum er vandamikil, sigur fyrrverandi amerikanski forsetin, Donald Trump, eftir at Joe Biden forseti fyrr í vikuni segði, at ytsti høgravongurin var vandamikil fyri amerikanska fólkaræðið

Fyrrverandi amerikanski forsetin, Donald Trump (Mynd: EPA)

Fyrrverandi amerikanski forsetin, Donald Trump (Mynd: EPA)

2022-09-04 15:12 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Joe Biden er ein fíggindi. Tað segði fyrrverandi amerikanski forsetin, Donald Trump tá hann í nátt okkara tíð helt røðu í býnum Wilkes-Barre í statinum Pennsylvania.

– Hann er ein fíggindi av landinum. Tit vilja kenna sannleikan. Landsins fíggindi er hann, segði Trump um núverandi forsetan, Joe Biden.

Hetta var eitt aftursvar til Biden, sum í røðu fyrr í vikuni segði, at Donald Trump og ytsti høgravongurin vóru vandamikil fyri amerikanska fólkaræðið. Trump segði hinvegin, at tað eru republikanarar og stuðulsfólk hansara, sum royna at bjarga fólkaræðinum.

– Vandin móti fólkaræðinum kemur frá ytsta vinstravonginum, ikki frá høgravonginum, segði hann.

Í november verður miðskeiðsval í USA, har amerikanska fólkið skal velja umboðsfólk í Senatið og Umboðsmannatingið. Í løtuni hava demokratar meirilutan í Umboðsmannatinginum, og í Senatinum hava demokratar eisini meirilutan við stuðul frá tveimum uttanflokkaumboðum og avgerandi atkvøðuni hjá varaforsetanum, Kamala Harris.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder