Fyrrverandi amerikanski forsetin og núverandi republikanska forsetavalevnið Donald Trump sigur, at hann er til reiðar at kjakast við Kamalu Harris, varaforseta, sum helst verður forsetavalevni hjá demokratunum.
Um vikuskiftið tók sitandi forsetin, Joe Biden seg úr forsetavalstríðnum, og Harris hevur breiða undirtøku í flokkinum. Hon er tó ikki alment tilnevnd enn.
Um møguleikan fyri at kjakast við Harris sigur Trump, at hann heldur tað hava stóran týdning, og er hann til reiðar til meira enn eitt kjak. Hann leggur afturat, at hann heldur hana vera lættari at stríðast ímóti enn Biden.
– Hon er meira viðgongd, enn hann er. So eg haldi, at hon verður lættari at vinna á enn Biden, tí hann var eitt sindur meira mainstream, men ikki nógv, sigur Trump sambært Ritzau.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald