2024-08-03 13:08
Donald Trump, forsetavalevni hjá republikanarunum, sigur seg nú vera til reiðar at kjakast við valevnið hjá demokratunum, Kamala Harris.
Tað skrivar Ritzau tíðindastovan.
(Mynd: EPA)
Trump skrivar á sínum egna sosiala miðli, Truth Social, at hann skal vera blivin samdur við sjónvarpsstøðina Fox News um at luttaka í einum kjaki 4. september.
Enn er ikki greitt, um Kamala Harris eisini hevur játtað at luttaka í sjónvarpskjakinum.
Kamala Harris (Mynd: EPA)
Fráboðanin kemur eftir, at Kamal Harris í gjár tryggjaði sær atkvøðurnar í flokkinum til at gerast forsetavalevni hjá demokratunum.
Amerikanska forsetavalið verður 5. november.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald