Amerikanski forsetin, Donald Trump hevur um vikuskiftið tosað í telefon við bæði russiska forsetan, Vladimir Putin og ukrainska forsetan, Volodymyr Zelenskyj.
tað upplýsa Russland og Ukraina sambært Ritzau.
Jurij Usjakov, uttanríkispolitiskur ráðgevi hjá russiska forsetanum, upplýsir, at Putin og Trump tosaðu saman í nærum 90 minuttir, har Trump m.a. bjóðaði seg til at hjálpa við at finna eina loysn viðvíkjandi krígnum í Ukraina.
Trump segði, sambært Usjakov, at amerikonsku sendifólkini Steve Witkoff og Jared Kushner vilja halda fram við arbeiðnum at royna at fáa eina avtalu í lag, og eru teir til reiðar at fara aftur til Moskva.
Ukraina hevur upplýst, at Zelenskyj og Trump eisini hava tosað saman.
Zelenskyj sigur, at hann hevði eian góða samrøðu við Trump um støðuna á hermótinum, og eru verulig útlit til at fáa enda á krígnum.
Trump og Zelenskyj samdust um at tosa víðari saman á Nato-toppfundinum, sum verður í turkiska høvuðsstaðnum Ankara í komandi viku, har leiðarar og onnur umboð úr 32 londum væntast at luttaka.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald