Uttanlands

Trump tosað við Putin um kríggið í Ukraina

Trump vil ikki siga, hvussu ofta teir báðir hava tosað saman, men hann sigur seg vóna, at tað ber til at fáa ein enda á krígnum skjótt

Amerikanski forsetin, Donald Trump, og russiski forsetin, Vladimir Putin (Savnsmynd)

Amerikanski forsetin, Donald Trump, og russiski forsetin, Vladimir Putin (Savnsmynd)

2025-02-10 08:23 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Amerikanski forsetin, Donald Trump hevur tosað í telefon við russiska forsetan, Vladimir Putin um kríggið í Ukraina.

Tað segði hann við miðilin New York Post umborð á amerikanska forsetaflogfarinum Air Force One um vikuskiftið.

Hann vildi ikki siga, hvussu ofta hann og Putin hava tosað saman, men hann segði tó, at hann heldur, at Putin er stúrin um tey, sum doyggja á vígvøllinum.

– Hann ynskir, at fólk skulu steðga við at doyggja, sigur Trump, sum leggur afturat, at kríggið í Ukraina, sum byrjaði fyri skjótt trimum árum síðani, ongantíð var byrjað, um hann hevði sitið sum forseti í 2022.

Trump sigur, at hann altíð hevur havt gott samband við Putin, nakað sum undanmaður hansara, Joe Biden, ikki hevði.

Eisini greiðir hann frá, sambært Ritzau, at hann hevur eina ítøkiliga ætlan, sum skal fáa ein enda á krígnum millum Russland og Ukraina.

– Eg vóni, at tað gongur skjótt. Fólk doyggja hvønn einasta dag. Kríggið í Ukraina er so ræðuligt. Eg vil gera ein enda á tí.

Fyrstu ferð Trump og Putin hittust var á G20-toppfundi í 2018. 23. januar, fáar dagar eftir, at hann varð tikin í eið sum forseti fyri aðru ferð, segði Trump, at hann ynskti at hitta Putin skjótt fyri at royna at samráðast um ein enda á krígnum. Putin hevur sagt, at hann er sinnaður at tosa við Trump um støðuna í Ukraina.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder