Amerikanski forsetin, Donald Trump, er tiltikin fyri at arga mótstøðufólk síni við eyknøvnum. Og nýggjasti kappingarneyti hansara sleppur heldur ikki undan.
Nýútnevnda varaforsetavalevnið, Kamala Harris verður nú í einum reklamufilmi hjá Trump kallað ’Phony Kamala – svikafulla Kamala – meðan forsetavalevnið Joe Biden, verður kallaður ’Slow Joe”.
Brúkið av eyknøvnum er eitt tekin um hvussu retorikkurin í amerikanskum politikki hevur broytt seg undir núsitandi forsetanum. Tað er óhugsandi, at ein av fyrrverandi forsetunum kundi funnið upp á gjørt tað sama. Tað heldur danin Anders Agner, ritstjóri á kongressen.com og serfrøðingur í amerikanskum politikki.
- Slíkt verður vanliga ikki gjørt. Tað er bara Trump, sum brúkar slíkar snildir, og so leingi hann er partur av amerikanskum politikki, so heldur hetta fram. Tað er eitt listarbragd hann altíð hevur brúkt, og Harris sleppur ikki undan, sigur Anders Agner við dr.dk.
Eyknevning er so inngrógvin partur av politikkinum hjá Trump, at politiskir eygleiðarar í gjár bara sótu og bíðaðu eftir hvørjum eyknevni hann fór at koma við. Og, sum skilst, gjørdust hesir eygleiðarir eitt sindur vónbrotnir, skrivar dr.dk.
Tað er ein tilvitað roynd at fáa fólk at fáa eina serliga fatan av fólki, tá Donald Trump knýtir eitt eyknevni at navninum hjá mótstøðufólkunum.
Joe Biden hevur í longri tíð verið kallaður ’Sleepy Joe’ – svøntungi Joe. Við hesum roynir Trump at lýsa Biden sum ein gamlan, móðan mann, ið ikki hevur orku til at vera amerikanskur forseti.
Hóast slík eyknøvn kunnu ljóða býttislig, so er hevur tað sína ávirkan, vísir Anders Agner á.
- Tað ljóðar barnsligt, men tað eru partar av baklandinum hjá Trump, sum veruliga halda, at tað er stuttligt. Um Trump áhaldandi kallar mótstøðufólk síni við eyknevni, so eru tað eisini veljarar, sum fyrr ella seinni broyta sína hugsan, greiðir hann frá.
Til dømis hevur Trump líka til dagin í dag kallað mótstøðukvinnu sína á seinasta vali, Hillary Clinton, fyri ’Crooked Hillary’ – óreiðiliga Hillary.
Og hetta hongur við henni enn. Jú oftari Trump kallar Hillary fyri óreiðiliga, jú fleiri fara at hugsa, at kanska er okkurt um tosið. Hetta er gamalt snildi í negativum valstríði, sigur ritstjórin á kongressen.com.
- Blakar tú nóg mikið av runu, so er altíð nakað, ið verður hangandi, sigur hann.
Fleiri dømi um eyknavni, sum Donald Trump hevur brúkt:
- Fyrrverandi senatorurin í Minnesota, Al Franken, varð kallaður Al ’Frankenstein’
- George Bush eldri varð róptur ’Bush Original’ fyri at arga hinar familjulimirnar við ætlanum um at gerast politikarar
- Bernie Sanders varð róptur ’Basically Braindead Bernie’ – heiladeyði Bernie – og ’Crazy Bernie’ – vitleysi Bernie
- Fyrrverandi republikanska forsetavalevnið, Ted Cruz, gjørdist til ’Lyin Ted’ – lúgvandi Ted
- Fyrrverandi republikanska forsetavalevnið, Marco Rubio, gjørdist til ’Little Marco’ – lítli Marco
- Demokratiski senatorurin, Elizabeth Warren, varð kallað ’Pocahontas’
- Demokratiski senatorurin, Charles Schumer, varð kallaður ’Cryin Chuck’ – grátandi Chuck
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald