Uttanlands

Trump um ákæru: Hon er politisk jagstran

Ákæran er einki minni enn ein "heksajakt" móti einum fyrrverandi forseta

2023-03-31 01:10 Author image
Jan Müller
placeholder

Donald Trump ætlar sær ikki at geva skarvin yvir, nú hann verður ákærdur fyri brotsverk. Hann skýrir avgerðina at ákæra seg at vera einki minni enn eina politiska jagstran og uppíblandan í komandi forsetavalstríð. Hann sigur, at hetta er myrkasta kapittul í amerikanskari søgu og er ein roynd frá demokratiskari síðu at seta fót fyri einum republikanskum valsigri í 2024. 

"These Thugs and Radical Left Monsters" skrivar Donald Trump á síni heimasíðu í kvøld, "Truth Social" og skýrir avgerðina at ákæra seg sum eitt álop á amerikonsku tjóðina. 

Trump fær nú eisini stuðul frá formanninum í Umboðsmannatinginum í Kongressini, McCartey, sum í kvøld sigur, at republikanarar fara ikki at góðtaka valdsmisnýtsluna hjá Alvin Bragg, almenna ákæranum í Manhattan. 

Høvuðssøgan á Fox News í kvøld er eisini, at ákæran er politisk jagstran av fyrrverandi forsetanum. Flestu viðmerkingarnar í høgravendu sjónvarsprásini í kvøld snúgva seg um, at demokratarnir misbrúka løgregluvaldið og at ákærin er í lummanum á demokratiska flokkinum, ið vil Donald Trump til lívs. 

Viðmerkjarar, sum BBC tosaði við eftir tíðindini um ákæruna móti Trump, halda, at tað er ikki ósannlíkt, at slík ákæra kann fara at gagna honum í valstríðnum fram til forsetavalið um tvey ár. Hinvegin er eisini møguleiki fyri, at hetta málið saman við øðrum meira álvarsligum málum so sum álopið á Kongressina kann seta eitt punktum fyri hansara politiska lívi. 

Stóri spurningurin er eisini, hvat fer at henda við nettupp málinum um álopið á Kongressina og leiklutin hjá Trump í tí. Tað verður í løtuni kannað á hægsta stað,  nevniliga í sjálvum Løgmálaráðnum.

Republikanarar, sum nú fara á barrikadurnar og siga seg vilja stuðla Trump, leggja nú sjálvan løgmálaráðharran, Merric Garland, sum varð settur av Biden, undir at løða í málinum í Manhattan. Hesum hevur Løgmálaráðið víst aftur. Málini - hóast tey snúgva seg um Trump - hava einki við hvørt annað at gera. 

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder