Uttanlands

Trump umhugsar at náða Edward Snowden

Áður hevur Trump annars sagt, at varskógvarin, sum lak loyniligar upplýsingar í 2013, var ein njósnari, ið átti at verið avrættaður

Edward Snowden gav í fjør út bókina

Edward Snowden gav í fjør út bókina "Permanent Record" (Mynd: EPA)

2020-08-16 11:28 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Amerikanski forsetin, Donald Trump, umhugsar at náða varskógvaran Edward Snowden, sum í 2013 lak loyniligar upplýsingar um, hvussu amerikanskir myndugleikar hava eftirlit við alnótuni og telefonum.

Tað segði Trump á tíðindafundi á golffrítíðarstaði sínum í Bedminster í gjár.

– Nógv fólk halda, at hann skal fáa eina øðrisi viðferð, og onnur halda, at hann hevur gjørt nøkur sera ræðulig ting. Eg fari at umhugsa hetta gjølla, svaraði hann til spurningin, um hann hevði ætlað sær at náða Edward Snowden.

Áður hevur Trump annars sagt, at Snowden var ein "svíkjari" og ein "njósnari, sum átti at verið avrættaður".

Edward Snowden arbeiddi hjá amerikonsku fregnartænastuni. Eftir at hava likið upplýsingarnar, rýmdi hann úr landinum. Fyrst fór hann til Hong Kong, og síðani víðari til Russlands, har hann fekk fyribils uppihaldsloyvi. Edwad Snowden er enn staddur í Russlandi, skrivar Ritzau.

Verður Snowden náðaður, kann hann fara aftur til USA. Hann hevur áður sagt, at hann fer ikki aftur til USA, so leingi hann enn er skuldsettur.

Mannarættindafelagsskapir hava áður roynt at fingið fyrrverandi amerikanska forsetan, Barack Obama, at náða Edward Snowden.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder