Uttanlands

Trump: Umhugsi ikki Nikki Haley

Trump vísir aftur, at hann umhugsar at velja fyrrverandi mótvalevnið, Nikki Haley til varaforsetavalevni

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2024-05-13 11:19 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Enn er ikki greitt, hvør verður varaforsetavalevni hjá Donald Trump á amerikanska forsetavalinum í november, men tað verður ikki fyrrverandi mótvalevnið, Nikki Haley.

Tað sigur Trump, eftir at amerikanski miðilin Axios í farnu viku segði seg vita frá tveimum keldum, at hann umhugsaði at velja Haley.

Í dagføring á sínum egna sosiala miðli, Truth Social, sigur Trump, at hann ikki umhugsar Haley, men at hann ynskir henni alt tað besta.

Nikki Haley, ið hevur verið ST-sendikvinna og guvernørur í statinum South Carolina, stillaði upp til undanvalið hjá republikanarunum men tók seg úr valstríðnum fyrst í mars. Tveir mánaðir frammanundan hevði Haley eisini boðað frá, at hon ikki ætlaði at gerast varaforseti.

– Eg vil ikki vera varaforseti hjá nøkrum. Tað er ikki ein møguleiki, segði hon í januar.

Ein annar, sum verður umrøddur sum møguligt varaforsetavalevni er Doug Burgum, guvernørur í North Dakota. Um vikuskiftið luttók hann eisini á veljarafundi hjá Trump í New Jersey, og nýtti Trump høvið at rósa honum.

– Doug hevur verið frálíkur, segði hann, tá hann hevði guvernørin við sær á pallin.

Trump kemur tó ofta við viðmerkingum, sum kunnu tulkast sum stuðul.

Republikanska forsetavalevnið verður formliga tilnevnt á landsfundi hjá republikanarunum, sum verður í Wisconsin í juli, skrivar Ritzau.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder