Komandi amerikanski forsetin, Donald Trump sigur, at hann heldur USA burdi átt helvtina av TikTok.
– Eg ynski, at USA fer at eiga 50 prosent. Við hesum bjarga vit TikTok, varðveita miðilin í góðum hondum og lata appina verða tøka, skrivar hann á Truth Social.
Sunnunáttina mistu amerikanarar atgongd til TikTok, men tað vardi ikki leingi, tí longu sama kvøldið sluppu teir aftur inná sosiala miðilin.
170 milliónir amerikanarar brúka TikTok, og teir mistu atgongd til miðilin í umleið 14 tímar, skrivar miðilin NPR.
Orsøkin var, at amerikanski hægstirætturin hevði góðkent eina lóg um at banna TikTok í USA. Lógin varð samtykt av Kongressini í vár.
Fyritøkan ByteDance, sum eigur TikTok hevði freist til 19. januar at selja sosiala miðilin fyri at sleppa undan banninum, men tað hendi ikki, og tí varð sløkt fyri TikTok í USA, hóast umsitingin hjá fráfarandi amerikanska forsetanum Joe Biden hevði boðað frá, at hon ikki fór at handhevja bannið.
Eftir Donald Trump boðaði frá, at hann ætlaði sær at bjarga TikTok, sluppu brúkarar í USA aftur inn á sosiala miðilin.
– Sum eitt úrslit av arbeiðnum hjá Trump forseta, er TikTok aftur í USA, stóð í einum boðum til brúkarar á TikTok í gjár.
Trump, sum verður tikin í eið sum forseti í dag, sigur, at hann ætlar at leingja freistina, áðrenn bannið fer í gildi.
– Uttan amerikanska góðkenning er einki TikTok. Men við okkara góðkenning er tað hundrað milliardir dollarar vert - kanska billiónir, skrivar Trump.
Selur ByteDance ikki TikTok, verður bannað hjá veitarum sum Apple og Google at loyva nýggjum brúkarum at taka appina niður í USA. Heldur ikki verður møguligt at dagføra appina. Tað verður tó ikki bannað at hava appina á fartelefonini, men veitarar kunnu fáa stóra bót, um teir loyva nýggjum brúkarum at taka hana niður.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald