Uttanlands

Trump: USA manglar prógv fyri at Navalnyj varð eitraður

– Útfrá tí, sum Týskland sigur, virkar tað sannlíkt. Eg verði rættiliga óður, um tað vísir seg at vera soleiðis, sigur amerikanski forsetin

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2020-09-05 09:42 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Mikudagin upplýsti týska stjórnin, at eingin ivi var um, at russiski andstøðupolitikarin, Aleksej Navalnyj, er vorðin eitraður við nervaeitrinum Novitjok.

Á tíðindafundi fríggjakvøldið upplýsti amerikanski forsetin, Donald Trump, at tey í Washington enn ikki hava sæð nøkur prógv fyri, at talan var um eitran, men samstundis hevur USA onga orsøk at ivast í niðurstøðuni hjá týsku stjórnini.

Donald Trump upplýsir, at hann skjótt væntar at fáa prógv fyri hetta, so USA kann koma við egnari niðurstøðu.

– Útfrá tí, sum Týskland sigur, virkar tað sannlíkt. Eg verði rættiliga óður, um tað vísir seg at vera soleiðis, segði Trump um eitranina av Navalnyj.

Aleksej Navalnyj kom til Týsklands við flogfari 22. agust, tveir dagar eftir, at hann varð blivin sjúkur umborð á einum flogfari úr Sibiria til Moskva.

Enn liggur hann í koma á sjúkrahúsinum í Berlin, men hann er uttanfyri lívsvanda.

Fleiri lond hava fordømt Russland fyri eitranina, og fleiri enn 100 limir í ES-tinginum taka undir við at seta revsitiltøk í verk móti Russlandi, skrivar Ritzau.

Trump sigur seg skilja, at mann ynskir at revsa Russland, men eisini sigur hann, at hann framhaldandi hevur gott samband við russiska forsetan, Vladimir Putin.

Russiska stýrið vísir aftur, at tey hava eitrað Navalnyj, sum er kendur fyri at vera atfinningarsamur móti Vladimir Putin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder