2020-08-24 18:01
![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
Landsfundurin hjá republikanska flokkinum í USA hevur júst valt sitandi forseta, Donald Trump, til forsetavalevni á forsetavalinum 3. november.
Landsfundurin hjá republikanarunum byrjaði í dag í býnum Carlotte í North Carolina.
Og í dag fór formella valið av forseta og varaforseta fram. Og Donald Trump og varaforseti hansara, Mike Pence, vórðu einmælt afturvaldir til ”four more years”.
Hóast ætlaða landsfundarøðan hjá Donald Trump ikki er á skránni fyrr enn hósdagin, so kom sitandi forseti – rættiliga óvæntað – á fundin, og takkaði fyri afturvalið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald