Fyrrverandi amerikanski forsetin, Donald Trump, hevur vunnið republikanska undanvalið í statinum New Hampshire, skriva amerikanskir miðlar.
Harvið vísir fyrrverandi forsetin sína styrki í republikansku kappingini um at gerast valevni til forsetavalið í november.
Eiansti veruligi kappngarneyti hjá Trump, fyrrverandi ST-sendikvinnan, Nikki Haley, lovar kortini at stríðast víðari.
- Henda kapprenningin er ikki endað enn, segði hon vil viðhaldsfólk síni á eini valveitslu í býnum, Concord, ið er høvuðsstaður í New Hampshire.
Tíðliga í morgun okkara tíð, tá umleið 73 prosent av atkvøðunum vóru taldar, hevði Trump fingið 54,3 prosent av atkvøðunum, meðan Haley hevði fingið 43,6 prosent, skrivar CNN.
Haley hevði vónað, at teir nógvu óheftu veljararnir í statinum fóru at geva henni sín stuðul við at vinna á Trump.
Í staðin gerst Trump fyrsti republikanari síðan 1976, ið vinnur undanvalini í bæði Iowa og New Hampshire.
Ósigurin hjá Haley fer helst at hava við sær, at summir republikanarar nú fara at heita á hana um at taka seg aftur. Men hon hevur lovað at halda fram til “SuperTuesday”, tá undanval verður í 15 statum.
Næsta stríðið millum Trump og Haley verður 24. februar í statinum South Carolina. Hetta er heimstaturin hjá Nikki Haley, og hon hevur eisini verið guvernørur har.
Haley fekk triðflest atkvøður á fyrsta undanvalinum, sum varð hildið í Iowa. Nummar tvey gjørdist Ron DeSantis, sum síðan hevur tikið seg aftur, og nú vísir Trump sín fulla stuðul.
Sambært Edison Research, verður tað helst sitandi forsetin, Joe Biden, ið fer at vinna undanfalið hjá demokratunum í New Hampshire.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald