Innanlands

Trump var óútrokniligur og tað ørkymlaði

Føroyingar í Grønlandi greiða frá skelkinum, sum grønlendska samfelagið hevur verið ígjøgnum seinasta árið í fimm parta poddvarpsrøð, sum verður send á FM1 og Portalinum í summar

2026-07-16 07:51 Author image
Orð & Mynd: Regin Winther Poulsen
placeholder

Tað skelkaði grønlendingar og allar heimsins boragarar, tá Donald Trump endurtók ynski síni um at yvirtaka Grønland, júst undan at hann tók sæti í Hvítu Húsunum sum forseti aftur í 2025. Boðskapurin var áhaldandi endurtikin, og stundum varð heldur ikki útilokað, at landið kundi verða tikið við vápnamegi.

- Akkurát um tað mundið, sum Vivian Mosfeldt og Lars Løkke Rasmussen skuldu á fund í Hvítu Húsunum, kendi eg tað sum Trump var meira óútrokniligur, greiðir Ragnhild í Skorini, sum hevur búð í Grønlandi í nærum tvey ára tíggju saman við manninum, frá.

- Tað bleiv øgiliga ógvusligt, mátin, sum hann segði tingini uppá. Tað gjørdi meg eitt sindur óróligan, leggur hon afturat.

Eins og nógvir aðrir føroyingar, býr hon í Nuuk og merkti, hvussu býurin var ávirkaður av hóttanunum frá Donaldi Trump forseta, sum ferð eftir ferð hótti við at yvirtaka oynna.

Og í útvarpssamrøðum, sum verða sendar í fimm partum í summar, hoyra vit um hvussu nakrir av hesum føroyingunum hava upplivað seinastu árini, tá trýstið frá USA hevur verið øgiligt. Áki Gaardbo Olsen, løgreglumaður, sum sá flogfarið við Donald Trump Jr. lenda í Nuuk saman við eitt nú Charlie Kirk, greiddi frá, var talan um veruligar hóttanir.

- Eg stóð har og sá flogfarið lenda, og hugsaði við mær sjálvum, at hettar er ikki stuttligt. Hettar er ikki til stuttleikar, greiðir Áki frá.

Í samrøðunum hoyra vit um lívið og virkið hjá ymiskum føroyingum í Grønlandi, um ymiskt, sum minnir um Føroyar, og um hvussu samfeløgini eru ymisk í aðrar mátar. Samrøðurnar eru gjørdar ymsa staðni í býnum, og fara vit til kórvenjing, á møti hjá brøðrasamkomuni, og á grønlendska fróðskaparsetrið. Vit hoyra frá vinnulívsfólki, tónleikara, løgreglufólki og einum føroyingi, sum undirvísir í grønlendskum. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder