2022-07-26 10:40
Fyri fyrstu ferð síðan hann fór frá sum forseti, vitjar Donald Trump í dag aftur í Washington.
Trump skal í dag halda eina røðu í tankasmiðjuni America First Policy Institute, sum arbeiðir við nógvum av somu tankunum, sum Trump førdi fram sum forseti.
Einstakir av ráðgevum hansara hava biðið hann um at tosa meira um sínar framtíðarvisjónir í sambandi við, at hann fyrireikar seg til at stilla upp sum forsetavalevni í 2024.
Hetta er fyrstu ferð, at Trump vitjar amerikanska høvuðsstaðin síðan 20. januar 2021, tá Joe Biden varð tikin í eið sum forseti og flutti inn í Hvítu húsini, skrivar NTB tíðindastovan.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald