Uttanlands

Trump verið til samtalu við kriminalforsorgina

Dómur fellurí hússj-málinum móti fyrrverandi amerikanska forsetanum 11. juli

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2024-06-11 07:29 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Fyrrverandi amerikanski forsetin, Donald Trump, hevði í gjár eina samtalu við eitt eftirlitsfólk hjá kriminalforsorgini í New York.

Samtalan tók minni enn ein hálvan tíma. Talan var um eina samtalu, sum verður gjørd í sambandi við málið, har Trump er dømdur sekur í at hava svikið við bókførsluni í sambandi við at hann hevur rindað eitt gjald til pornosjónleikaran Stormy Daniels.

Sambært amerikanskum miðlum var Trump staddur heima í Mar-a-Lago í Florida, so samtøðan fór fram umvegis eitt videoleinki.

11. juli skal endaliga revsingin í málinum ásetast. Hetta er bert fýra dagar undan landsfundinum hjá republikanska flokkinum, har Trump væntandi verður útnevndur til forsetavalevni hjá flokkinum.

Tað er vanlig mannagongd, at dømd fólk skulu til slíka samrøðu hjá kriminalforsorgini. Vanliga verða tey spurd um tey hava aðrar dómar, og hvussu teirra støða er viðvíkjandi familju og arbeiði.

Eisini er vanligt, at ein heilsukanning verður gjørd – bæði kropsliga og sinnisliga.

Úrslitið av samrøðuni verður síðan send til dómaran í revsimálinum.

- Trump og hansara lið av løgfrøðingum gera alt tey kunnu fyri at fáa dómin broyttan, sigur samskiftisstjórin hjá fyrrverandi forsetanum, Steven Cheung, sambært miðlunum.

Trump varð funnin sekur í øllum 34 ákærunum í sokallaða hússj-málinum, sum hevði sín uppruna í, at Trump rindaði pengar til Stormy Daniels undir valstríðnum í 2016 fyri at fáa hana at tiga um kynsliga sambandi, tey høvdu saman i 2006.

Revsiramman í hvørjum av teimum 34 ákærunum er upp í fýra ára fongsul. Helst sleppur fyrrverandi forsetin at sita allar møguligu revsingarnar samstundis, so væntað verður ikki, at revsingin verður meira enn fýra ár tilsamans.

Tað kann eisini henda, at hann verður dømdur í húsavarðhald, at dómurin verður treytaður, ella at hann fær okkurt annað slag av revsing.

Verður dómurin gjøgdur treytaður, kann henda, at Trump endar í fongsul um hann fremur onnur lógarbrot. Hann er framvegis ákærdur í trimum øðrum revsmálum, sum eitt nú snúgva seg um royndirnar at ógilda forsetavalið í 2020, skrivar Ritzau. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder