Komandi amerikanski forsetin, Donald Trump tykist ikki at hava gloymt ætlan sína um at keypa Grønland.
Á sínum egna sosiala miðli, Truth Social, skrivaði Trump í gjár m.a. soleiðis:
– Fyri tjóðartrygdina og fyri frið kring heimin, heldur USA, at ognarskapur og ræði á Grønlandi er alneyðugt.
Tað skrivar hann í sambandi við, at hann hevur kunngjørt, at 49 ára gamli vinnulívsmaðurin og íverksetin, Ken Howery verður nýggjur sendiharri hjá USA í Danmark.
– Ken er ein altjóða virðukendur íverkseti, íleggjari og tænastumaður, sum hevur tænt tjóð okkara fyrimyndarliga sum sendiharri í Svøríki undir mínum fyrsta valskeiði, skrivar Trump.
Í dagføring sínari á Truth Social skrivar Trump ikki beinleiðis, at tað er amerikanskur ognarskaður og amerikanskt ræði á Grønlandi, sum er alneyðugt, men í august 2019 varð boðað frá, at Trump, sum tá var forseti í USA, ynskti at keypa Grønland.
Danski forsætisráðharrin, Mette Frederiksen segði tá, at hon helt hugskotið hjá Trump vera absurd, og til hetta svaraði Trump, at viðmerking hennara var "nasty" (vemmilig, red.) Eftir hetta avlýsti Trump eina vitjan í Danmark, sum skuldi vera fyrst í september 2019.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald