placeholder
Uttanlands

Trump vil hava verju frá herinum

Umboð fyri valstríðið hjá Donald Trump hava biðið um eyka verju til hann tær síðstu vikurnar av forsetavalstríðnum

Trump raktur av skotum á valfundi í Pennsylvania í summar (Mynd: EPA)

Trump raktur av skotum á valfundi í Pennsylvania í summar (Mynd: EPA)

2024-10-12 18:47 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Umboð fyri valstríðið hjá republikanska forsetavalevninum og fyrrverandi amerikanska forsetanum Donald Trump hevur sent Hvítu Húsunum og Secret Service umbøn um at geva Trump eyka verju av herinum tær síðstu vikurnar av valstríðnum.

Sambært amerikonskum miðlum hava umboðsfólkini hjá Trump biðið um, at hann verður vardur av flogførum og akførum hjá herinum.

Seinastu mánaðirnar hevur Trump verið fyri tveimum morðroyndum, og umboð fyri valstríðið hjá Trump søgdu eisini í september, at Trump er kunnaður um hóttanir úr Iran um at beina fyri honum, skrivar Reuters.

Secret Service sigur, at Trump longu fær "hægstu verjuna", og at leypandi tillagingar verða gjørdar um neyðugt.

Amerikanski forsetin, Joe Biden upplýsir, at hann hevur heitt á umsitingina um at geva Trump somu verju sum ein sitandi forseti, og eigur Secret Service at ganga umbønini um verju av herinum á møti, um mett verður, at tað hevði verið gjørt fyri ein sitandi forseta.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder