Uttanlands

Trump vil ikki hava eitt kjak afturat

– Har verður einki triðja kjak, sigur republikanska forsetavalevnið

Náttina til mikudagin kjakaðust Donald Trump og Kamala Harris fyri fyrstu og eftir øllum at døma eisini seinastu ferð áðrenn forsetavalið 5. november (Mynd: EPA)

Náttina til mikudagin kjakaðust Donald Trump og Kamala Harris fyri fyrstu og eftir øllum at døma eisini seinastu ferð áðrenn forsetavalið 5. november (Mynd: EPA)

2024-09-13 10:39 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Sjónvarpskjakið millum Donald Trump og Kamalu Harris náttina til mikudagin verður tað einasta, sambært Trump.

Í dagføring á sínum egna sosiala miðli Truth Social skrivar republikanska forsetavalevnið, at "har verður einki triðja kjak".

Undan kjakinum hevði hann annars boðað frá, at hann ynskti trý kjak í september. Eitt á ABC, eitt á Fox News, og eitt á NBC.

Les eisini: Trump vil hava trý kjak í september

Umframt kjakið móti Harris luttók Trump eisini í kjaki móti sitandi forsetanum og táverandi demokratiska forsetavalevninum Joe Biden í juni.

Trump vil eisini vera við, at hann vann kjakið móti Harris, hóast breið semja er millum viðmerkjarar og veljarar um, at sitandi varaforsetin og demokratiska forsetavalevnið kláraði seg best í kjakinum.

Trump hevur gramt seg um, at hann varð viðfarin "órættvíst" av orðstýrarunum hjá sjónvarpsrásini ABC, og tað, at Harris hevur boðað frá, at hon ynskir fleiri kjak, er eisini eitt tekin um, at hon tapti, sambært Trump.

– Tá ein yrkisnevaleikari tapir ein dyst, eru fyrstu orðini úr munni hansara: "Eg vil hava hevnd", sigur Trump sambært Ritzau.

Tá Trump stutt eftir kjakið varð spurdur um møguleikan fyri einum nýggjum kjaki, segði hann eisini, at "tey (Demokratar, red.) ynskja eitt kjak afturat, tí tey taptu".

Les eisini: Kjakaðust um búskap, fosturtøku og tilflytarar

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder