2024-11-26 08:18
Komandi forsetin í USA, Donald Tromp fer sama dag, hann verður tikin í eið sum landsins forseti, at skriva undir eina kunngerð, ið áleggur, at eitt tollgjald á 25 prosent verður lagt á allar vørur, sum koma úr grannalondunum Meksiko og Kanada.
Tað skrivar komandi forsetin á sosiala miðlinum, Truth Social.
Trump skrivar, at vørurnar í dag floyma inn í USA yvir “láturliga opin landamørk”.
Tollgjøldini verða galdandi til Meksiko og Kanada hava gjørt nakað munandi við rúsevnini, herundir fentanyl, og teir tilflytarar, sum koma ólógliga um landamørkini, skrivar komandi forsetin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald