Uttanlands

Trump vil skerja menningarhjálpina til heimlond hjá tilflytarum

Amerikanski forsetin er til reiðar at skerja menningarhjálpina til El Salvador, Guatemala og Honduras, har nógvir tilflytarar koma frá

Savnsmynd (EPA)

Savnsmynd (EPA)

2019-03-30 18:00 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Amerikanski forsetin, Donald Trump, ynskir at skerja menningarhjálpina til trý miðamerikonsk lond, sum eru heimlond hjá nógvum av teimum fólkunum, sum leita sær móti USA.

Hesum boðar amerikanska uttanríkismálaráðið frá í dag, sambært DR.

Talan er um londini El Salvador, Guatemala og Honduras.

Menningarhjálpin til hesi trý londini fyri 2017 og 2018 verður strikað, men uttanríkismálaráðið gevur onga frágreiðing um, hví.

Trump hevur tó áður hótt við at skerja menningarhjálpina, um hesi londini ikki gera nakað fyri at forða fólki í at fara úr landinum og leita sær móti USA.

Í gjár, fríggjadagin, hótti hann við at steingja markið til Meksiko, um Meksiko ikki gjørdi nakað fyri at steðga fólki í at ferðast til USA.

Velur Trump at steingja markið millum USA og Meksiko, kann hetta fáa álvarsligar avleiðingar fyri handilin millum londini og sostatt eisini fyri búskapin.

Sambært Trump er hetta ikki ein tóm hóttan.

- Eg tvætli ikki, sigur hann.

Fleiri demokratiskir kongresslimir eru í El Salvador í løtuni, og fleiri teirra ávara um, at tað at skerja menningarhjálpina ikki fer at minka um talið av tilflytarum, heldur fer tað øvuta at henda.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder