Amerikanska forsetavalið, sum eftir ætlan skal vera í november, átti at verið útsett. Tað sigur amerikanski forsetin, Donald Trump í dagføring á sosiala miðlinum Twitter.
Hendan útsøgnin kemur í kjalarvørrinum á avgerðini hjá fleiri statum um at loyva øllum skrásettum veljarum at greiða brævatkvøðu orsakað av smittuvandanum.
Donald Trump hevur fleiri ferðir sagt, at so nógvar brævatkvøður fara at elva til valsvik, og heldur hann, at mann átti at útsett valið inntil fólk kunnu fara út at greiða sína atkvøðu á tryggan hátt.
With Universal Mail-In Voting (not Absentee Voting, which is good), 2020 will be the most INACCURATE & FRAUDULENT Election in history. It will be a great embarrassment to the USA. Delay the Election until people can properly, securely and safely vote???
— Donald J. Trump (@realDonaldTrump) July 30, 2020
Tað er tó ikki amerikanski forsetin sjálvur, sum kann avgera, um eitt forsetaval skal útsetast. Tað er upp til Kongressina at avgera, og skal ein slík avgerð sostatt góðkennast av Umboðsmannatinginum, har Demokratarnir hava meirilutan.
Undir koronakreppuni hevur nógv kjak verið í USA um, hvørt tað er nóg trygt hjá fólki at fara á val, og tí hava fleiri statir, m.a. Kalifornia, Hawaii, Oregon og Washington, tikið avgerð um at loyva øllum at brævatkvøða, skrivar Ritzau.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald