Nú er greitt, at vinnarin av amerikanska forsetavalinum, Donald Trump hevur vunnið í øllum teimum sjey sveiggj-statunum, eftir at tíðindastovan AP í gjár boðaði frá, at hann hevði vunnið statirnir Arizona og Nevada.
Arizona var seinasti staturin, har endaliga úrslitið vantaði, og við teimum 11 valfólkunum úr Arizona, hevur Trump nú tryggjað sær 312 valfólk, meðan sitandi varaforsetin og demokratiska forsetavalevnið, Kamala Harris, hevur 226.
Amerikanarar fóru á val týsdagin, og tíðliga mikumorgunin varð greitt, at Trump hevði tryggjað sær 270 valfólk og harvið vunnið valið.
Tað var klokkan hálvgum tíggju leygarkvøldið amerikanska tíð, tá 87 prosent av atkvøðunum í Arizona vórðu taldar upp, at AP boðaði frá, at Trump hevði vunnið á Harris í statinum við 52,6 prosent av atkvøðunum, sum vórðu taldar upp. Munurin millum Trump og Harris var tá 185.000 atkvøður.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald