Uttanlands

Trump: Vit hava dripið Hamza bin Laden

Søgan um, at sonur Osama bin Laden var deyður kom fram í august, men hvørki amerikanskir myndugleikar ella al-Qaeda vildu vátta tíðindini fyrr enn í dag

Hamza bin Laden

Hamza bin Laden

2019-09-14 15:08 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í mars lovaði amerikanska stjórnin eina millión dollarar til tann, sum kundi hjálpa við at finna og fanga Hamza bin Laden. Hamza bin Laden var sonur Osama bin Laden, fyrrverandi leiðari í al-Qaeda, og 1. august boðaðu dulnevndar keldur úr CIA frá, at hann var deyður.

Men tá vildi hvørki amerikanskir myndugleikar ella al-Qaeda vátta søguna, og tí var ivasamt, um sonur bin Laden veruliga var deyður.

Nú váttar amerikanski forsetin, Donald Trump, sambært Reuters, at Hamza bin Laden varð dripin av einum amerikonskum herliði.

Ógreitt er, nær Hamza bin Laden varð dripin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder