Uttanlands

Trump: Vit skulu kanna færri fyri korona

Tá tú kannar so nógv, finnur tú fleiri fólk, sum eru smittað, so eg havi sagt við fólkini hjá mær, at tey skulu skrúva niður fyri kanningunum, segði hann á valfundi í gjár – Hetta er tó bert skemt, sigur embætismaður í Hvítu Húsunum

Trump á valfundi í Tulsa, Oklahoma í gjár (Mynd: EPA)

Trump á valfundi í Tulsa, Oklahoma í gjár (Mynd: EPA)

2020-06-21 13:40 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjár var fyrstu ferð síðan 2. mars, at amerikanski forsetin helt valfund. 

Á valfundinum, sum varð hildin í Oklahoma, segði Donald Trump, at hann hevði heitt á heilsumyndugleikarnar um at minka um talið á kanningum orsakað av skjótt vaksandi smittutalinum í USA.

– Tá tú kannar so nógv, finnur tú fleiri fólk, sum eru smittað. So eg havi sagt við fólkini hjá mær, at tey skulu skrúva niður fyri kanningunum, segði Trump.

Í vikuni segði Trump, at kanningarnar vóru "yvirvurderaðar", og at tað setti landið í ringt ljós.

Ein embætismaður í Hvítu Húsunum sigur tó, at útsøgnin hjá Trump var skemt, og at eingin ætlan er um at kanna færri fólk.

– Tað er týðiligt, at hann skemtar. Vit eru fremst í heiminum tá tað kemur til at kanna fólk, og vit hava gjørt fleiri enn 25 mió. kanningar, sigur hann.

Sambært TV2 er USA tó nummar 26 á listanum yvir lond í heiminum, sum hava gjørt flest kanningar í mun til fólkatal.

USA er tað landið í heiminum, sum bæði hevur skrásett flest smittutilburðir og flest andlát í sambandi við smittuni. Sambært uppgerð hjá worldometer.info hava 2,3 mió. fólk fingið staðfest koronasmittuna í USA, og næstan 122.000 eru deyð.

–––

Fakta: Ikki er vist, at øll eru deyð av covid-19 virus.

Gjørt verður vart við, at tað ikki er vist, at tey fólk, sum eru skrásett at vera deyð orsakað av covid-19, veruliga eru deyð av hesum virus. Altjóða skipanirnar, fyri skjótt at staðfesta og dagføra talið av deyðum, eru soleiðis innrættaðar, at um ein persónur doyr, og viðkomandi er skrásettur at hava verið raktur av covid-19 í einum tíðarskeiði á 60 dagar innan deyðin varð staðfestur, verður hesin skrásettur sum eitt av offrunum fyri heimsumfatandi covid-19 umfarssóttini.

Hetta er gjørt fyri lættari at kunna heinta upplýsingar út úr verandi edv- og kt-skipanum. Sostatt má roknast við, at ein partur av teimum deyðu í uppgerðini eru deyð av orsøkum, sum einki hava við covid-19 smittuna at gera.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder