2025-01-07 13:10
            
        
         
                
            Um 13 tíðina lendi sonur komandi forsetan í USA í grønlendska høvuðsstaðnum Nuuk.
Tað gjørdi Donald Trump Jr. við stóra privatflogfarinum hjá pápanum, Donald Trump, kallað "Trump Force One".
Í grønlendska uttanríkismálaráðnum, verður sagt, at talan er um eina privata vitjan, og at tað ikki er nøkur avtala um fund við grønlendska landsstýrið.
Vitjanin í Grønlandi verður væntað at vara í einar fýra til fimm tímar.
 
    
              
 
                 
             
     
             
             
             
             
            
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald