Donald Trump, sum er forsetavalevnið hjá republikanarunum til forsetavalið í USA, hevur tørv á fleiri fólkum at taka sær av trygdini hjá honum.
Tað segði hann í nátt í eini beinleiðis stroyming á X Spaces, eftir at tað sunnudagin møguliga var framd ein morðroynd móti honum á egnu golfbreyt hansara í West Palm Beach í Florida.
Boðini um betri trygd fullu, meðan fyrrverandi forsetin tosaði um eina telefonuppringing, sum hann í gjár fekk frá Joe Biden forseta.
- Hann var ógvuliga vinarligur í dag. Hann ringdi til mín fyri at tryggja sær, at eg hevði tað gott, og fyri at hoyra, um eg hevði okkurt ynski. Vit hava brúk fyri fleiri fólkum í trygdini. Tað koma 50.000 til 60.000 fólk til míni tiltøk.
- Men hann var ógvuliga vinarligur, segði Trump um uppringingina frá Joe Biden.
Hvítu Húsini sendu mánanáttina eini boð frá forsetanum. Her varð sagt, at Biden hevði “biðið fólk síni um at tryggja, at Secret Service hevur tað, ið krevst fyri at taka sær av trygdini hjá fyrrverandi forsetanum”.
Tað var júst ein agentur frá Secret Service, sum sunnudagin legði til merkis, at ein byrsumúli stakk út gjøgnum hegnið til golfbreytina hjá Trump í West Palm Beach meðan fyrrverandi forsetin gekk eina golfrundu.
Eftir hetta skutu trygdarfólk eftir einum 58 ára gomlum manni, sum flýggjaði frá staðnum, men sum seinni varð handtikin.
Virkandi ovastin fyri Secret Service, Ronald Rowe Jr., segði á einum tíðindafundi í gjár, at trygdin nú kring ognirnar hjá Trump í Mar-a-Lago er ikki so nógv øðrvísi nú enn tá hann sat sum forseti, skrivar CNN.
Golfbreytin í West Palm Beach liggur nærhendir Mar-a-Lago.
Á einum tíðindafundi sunnudagin segði lokali sheriffurin í Palm Beach, Ric Bradshaw, annars, at trygdarstøðið hjá Trump ikki er tað sama, sum hjá sitandi forseta.
- Vat tað tað sama, so høvdu vit kringsett alla golfbreytina, men av tí at hann ikki er forseti longur, er trygdin avmarkað til tey økir, sum sambært Sercret Service eru neyðug, segði hann.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald