Betri Banki setur 1. mars broytingar í gildi fyri innlán. Sostatt er hann tann síðsti av teimum fýra føroysku bankunum, sum allir hava gjørt broytingar síðstu mánaðirnar.
Markið fyri nær negativ renta verður roknað av innistandandi pengum hjá privatkundum hjá Betri Banka fer niður á 400.000 krónur. Hetta hevur áður verið 500.000 krónur fyri privatkundar.
Vinnukundar kunnu í løtuni hava 250.000 krónur á bók uttan at rinda negativa rentu, men hetta fer niður í 0 krónur frá 1. mars. Sostatt skulu allir vinnukundar nú rinda negativa rentu.
Pensjónsuppsparingar, og allar kontur hjá børnum og ungum hjá Betri eru kortini undantikin negativari rentu. Negativa rentan er 0,75 prosent.
Hinir peningastovnarnir hava líknandi treytir.
Hjá Norðoya Sparikassa er markið hjá privatkundum 250.000 krónur, og varð lækkað úr 500.000 krónum tann 1. januar 2021. Negativ renta verður ikki goldin av innistandandi hjá børnum og ungum, og heldur ikki av pensjónsuppsparing.
Banknordik broytti eisini sínar treytir á nýggjárinum, tá markið hjá privatkundum fór úr 500.000 krónum niður á 250.000 krónur tann 1. januar 2021. Her ber kortini til at hava tvær aðrar kontur við í mesta lagi 50.000 krónum innistandandi hvør afturat. Negativan rentan hjá Banknordik er 0,60 prosent, og er ikki galdandi fyri børn og ung. Hjá Banknordik verður negativ renta eisini rokna av pensjónsuppsparing.
Suðuroyar Sparikassi boðaði undan jólum frá, at frá 21. januar at rokna, fer markið hjá privatkundum úr 250.000 krónum niður í 100.000 krónur áðrenn negativ renta skal rindast. Negativ renta verður ikki rokna av pensjónsuppsparing.
Innistandandi hjá privatkunda áðrenn negativ renta verður roknað
Betri Banki
Yvir 400.000 kr. (0,75%)
Banknordik
Yvir 250.000 kr. + tvær kontur upp á 50.000 kr. hvør (0,60%)
Norðoya Sparikassi
Yvir 250.000 kr. (0,60%)
Suðuroyar Sparikassi
Yvir 100.000 kr. (0,75%)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald