Uttanlands

Trupul tíð fyri framman í Fraklandi

Royndin hjá Macron forseta sær út til at miseydnast – eitt valumfar er eftir

Emmanuel Macron, forseti, í valklivanum (Mynd: EPA)

Emmanuel Macron, forseti, í valklivanum (Mynd: EPA)

2024-07-01 17:50 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Alt bendir á, at avgerðin hjá franska forsetanum at skriva út nýval til franska tjóðartingið, miseydnaðist. Í hvussu er gekk fyrri partur av valinum í gjár ikki, sum forsetin hevði vónað.

Men júst hvat hendir í fronskum politikki verður ikki avgjørt fyrr enn eftir annað umfar av valinum, sum verður komandi sunnudag.

Hann er í vanda fyri at gerast tann forsetin, sum gjørdi tað møguligt hjá ytsta høgraveinginum at gerast størsti flokkur í tjóðartinginum. Tað var ikki tað, Emmanuel Macron fór eftir.

Soleiðis skrivar finska kringvarpið, Yle, sum hevur tosað við stjórnmálafrøðingin Benedicte Berner um støðuna í Fraklandi.

Tað krevjast 50 prosent av atkvøðunum at verða vald/ur í franska tjóðartingið. Í teimum valdømunum, har ongin náddi upp í helmingin av atkvøðunum, verður nýtt val sunnudagin.

Men summi valdømi vórðu avgjørd longu í fyrsta umfari. Millum annað í valdøminum har Marine Le Pen stillaði upp. Marina Le Pen, sum er oddakvinna og forsetavalevni hjá ytsta høgraveinginum, vann greitt í gjár.

Enn er sera trupult at meta um endaliga úrslitið, tí tað kann henda til annað umfar, at mótvalevnið tekur set nógv inn á valevnið hjá ytsta høgraveinginum í øðrum umfari.

Hinvegin kann tað eisini henda, at atkvøðurnar fara til ytsta høgraveingin ístaðin.

[object Object]Jordan Bardella (Mynd: EPA)

28 ára gamal stendur til reiðar

28 ára gamli formaðurin í Rassemblement National, sum er ein samgonga av høgraflokkum, Jordan Bardella, sigur seg vera til reiðar at taka við, sum franskur forsætisráðharri, um høgravongurin fær so gott valúrslit, sum valið í gjár bendir á.

Í løtuni stendur høgravongurin til at fáa 34 prossent av atkvøðunum.

Verður tað umboðið hjá ytsta høgraveinginum, sum verður stjórnarleiðari, so verður komandi tíðin trupul hjá franska forsetanum. Trý ár eru eftir av forsetavalskeiðinum. Tey tíðarskeið í søguni, og tey eru ikki nógv, har forsetin og forsætisráðharrin ikki hava drigið somu línu politiskt, verða ikki mint sum verandi vælegnað. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder