Innanlands

Trupulleikar við vatninum í Hósvík og Haldórsvík

Í Hósvík og Haldórsvík hava áarlopini seinastu dagarnar viðført skaða á vatnleiðingina

(Mynd: Sunda kommuna)

(Mynd: Sunda kommuna)

2022-02-28 13:35 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í sambandi við nógva kavan og síðani blotið í jørðini við nógvum regni seinastu dagarnar, hevur áarlop verið í fleiri bygdum í Sunda kommunu, og í Hósvík og Haldórsvík hava áarlopini viðført skaða á vatnleiðingina, og eru trupuleikar við vatnveitingini.

Umsjónarmenninir í kommunu arbeiða áhaldandi og dúgliga fyri at bøta um skaðan og at veita borgarunum vatn. Tamarhald er á støðuni, men seinni í ár verður neyðugt at gera størri umvælingar á vatnbrunnanar og vatnleiðingarnar, skrivar kommunan á heimasíðuna.

Hetta arbeiðið verður er liðugt einferð seinni í summar, og til tá, koma borgarar tíverri til tíðir at uppliva trupuleikar við vatnveitingini.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder