Innanlands

Trupulleikar við netinum hjá Nema-kundum

Høvuðskaðalin er avgrivin, og hetta gevur trupulleikar á farnetinum og breiðbandinum

2021-05-03 14:58 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Nema-kundar hava í løtuni trupulleikar við at fáa samband. Orsøkin er, at høvuðskaðalin er grivin av, boðar telefelagið frá.

- Høvuðskaðalin er avgrivin, og tí hava vit trupulleikar við netinum í løtuni, hetta ávirkar bæði farnet og breiðband, sigur Nema.

Arbeitt verður við at rætta trupulleikan, og nærri kunning kemur seinni, verður sagt.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder