Illveðrið, sum herjar um okkara leiðir í løtuni, hevur í nátt og í morgun skapt stórar trupulleikar í Noregi. Stormurin hevur fingið navnið Gyda.
E39 høvuðsvegurin fram við vesturstrondini er stongdur á minst tveimum støðum, og fleiri íbúgvar í Møre og Romsdal eru fluttir burtur, skrivar Ritzau frá NTB.
Í Sjøholt í Ålesund kommunu eru fólkini í 16 bústaðum fluttir burtur orsakað av skriðulopum. Ongar fráboðanir eru tó komnar um mannaskaðar, sigur løgreglan í økinum.
Í Eresfjord í Molde kommunu er áin Dokkelva farin upp um áarbakkarnar, og her máttu 44 fólk rýma úr húsum sínum. Sagt verður, at vatnstøðan í Dokkelva í morgun er ein metur hægri enn hon var klokkan 19 í gjárkvøldið.
E39 varð í nátt stongdur á tveimum støðum í Trondelag millum Vinjeøra og Stormyra. Skriðulop vóru orsøkin. Eisini aðra staðni er farleiðin forðað av vatnflóð.
Norska veðurstovan kallar illveðrið, sum rakti í gjár, fyri ‘ekstremt’, men roknað verður eisini stórum trupulleikum í dag, og ávarað verður móti fleiri skriðulopum og vatnflóðum.
NVE – Norges Vassdrags- og Energidirektorat – hevur sent út reyða ávaring móti skriðulopum og høgari vatnstøðu. Reyð ávaring er hægsta ávaringarstøði.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald