2019-07-03 16:40
Boðað verður frá stórum trupulleikum við sosialu miðlunum Facebook, Instagram og Whatsapp í løtuni.
Umframt í Norðurlondum, hava fólk eisini trupulleikar í eitt nú Ísrael, USA, Ungarn, Kanada, Malaysia og í Týsklandi, stendur á heimasíðuni downdetector.com.
Fólk hava eitt nú trupulleikar við Messenger og við at síggja og deila myndir á bæði Instagram og Facebook.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald