Klokkan tvey í nátt kom fyrsti parturin av 8. og seinastu seasongini av "Game of Thrones" á HBO, nakað sum fjepparar høvdu bíðað eftir í næstan tvey ár.
Tí var tað sera óheppið, tá HBO Nordic seinni fekk tekniskar trupulleikar.
- Vit uppliva tíverri óvæntaðar tekniskar trupulleikar í løtuni, tí vit verða álopin av Night King og heri hansara. Vit umbera nógvar ferðir, stóð millum annað skrivað á Facebook-síðuni hjá HBO Nordic klokkan hálvgum átta í morgun.
"Game of Thrones" er í løtuni best umtókta sjónvarpsrøðin í heiminum, og tað var helst stóri áhugin hjá fólki at síggja nýggjasta partin, sum var orsøkin til, at HBO hevði trupulleikar í morgun.
Viðmerkingarnar á Facebook vóru ikki blíðar:
- Hetta burdi ikki komið óvart á tykkum. Tøknin hjá tykkum kláraði heldur ikki seinastu tvær sesongpremierurnar. Tit hava havt tvey ár til at bøta um hetta.
- Tit hava havt tvey ár... hvussu hundanar kann hetta koma óvart á tykkum, at har eru nógv, sum fegin vilja hyggja nú? Tað er einasta orsøkin til, at eg havi tykkara lorta-tænastu.
- Tað er serstakliga vánaligt, at tit eru niðri í dag... Óprofessionelt
- Halt kjaft tað er vánaligt. Siti her við familjuni og so skal mann fáa eina so vánaliga uppliving. Og mann hevur glett seg í tvey ár nú. Hetta er ikki í ordan.
Tveir tímar seinni varð tó boðað frá, at tænastan var byrjað at rigga aftur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald