Innanlands

Trupulleikar við koronupassinum

Arbeitt verður við at loysa trupulleikan, sigur Sjúkrahúsverkið

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2021-11-01 10:25 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Sjúkrahúsverkið boðar frá, at har í løtuni eru trupulleikar við talgilda koronupassinum.

Passið, sum ein kann taka niður á telefonina umvegis corona.fo, vísir upplýsingar um koppseting og koronukanning, sum kunnu brúkast í sambandi við uttanlandsferðum.

Sjúkrahúsverkið sigur, at arbeitt verður við at loysa trupulleikan, og til ber at fáa hjálp við at ringja á telefon 304545 frá klokkan 14.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder