2021-08-16 15:16
Í morgin, týsdagin 17. august, verður konsert í Havnar kirkju.
Tað er danska hornorkestrið Trut Brass Band, sum fer at spæla eina skrá við góðum og fólksligum tónleiki.
Orkestrið er á vitjan í Føroyum, og fer tað eisini at hava konsertir aðrastaðni í landinum. 17 tónleikarar eru í orkestrinum, umframt at hjúnafelagar og onnur eisini eru í fyglinum.
Konsertin í Havnar kirkju verður í annaðkvøld klokkan 19.30.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald