Mikudagin vórðu tveir fyrrverandi løgreglumenn í amerikanska býnum Minneapolis dømdir fleiri ára fongsulsrevsing fyri leiklut teirra í drápinum á litta mannin George Floyd í mai 2020.
28 ára gamli J. Alexander Kueng hevur fingið trý ára fongsulsrevsing, meðan 36 ára gamli Tou Thau fær hálvt fjórða ár.
Teir báðir eru dømdir fyri ikki at hava hjálpt George Floyd, tá løgreglumaðurin Derek Chauvin trýsti knæið móti hálsinum á honum í níggju minuttir. Teir vórðu i februar funnir sekir í at gera seg inn á borgararættindini hjá Floyd, og tað er dómurin, sum kom mikudagin, skrivar Ritzau.
Derek Chauvin varð í februar dømdur 20 ár og fimm mánaðir í fongsul fyri at hava gjørt seg inn á rættindini hjá George Floyd. Frammanundan hevði hann fingið 22,5 ár fyri drápið.
Tað var í mai 2020, at løgreglufólkini vórðu boðsendir til ein handil í Minneapolis í statinum Minnesota. Tá royndu tey at taka George Floyd til avhoyringar, tí hann var undir illgruna fyri at hava brúkt ein falskan 20-dollaraseðil til at keypa sigarettir við.
Tað endaði við, at Chauvin trýsti knæið móti hálsinum á Floyd. Hetta gjørdi hann í níggju minuttir, hóast Floyd ferð eftir ferð segði, at hann ikki fekk andað, og at enda doyði hann.
Sambært ákæranum áttu hini trý løgreglufólkini, sum stóðu og hugdu at, at vita, at teir høvdu skyldu at leggja seg uppí og royna at bjarga lívinum á Floyd.
Hendingin varð tikin upp á video, og søgan vakti ans kring heimin og elvdi til stórar mótmælisgongur móti rasismu kring USA og restina av heiminum – Eitt mótmæli var eisini í Føroyum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald