Uttanlands

Trý ára fongsulsrevsing til fyrrverandi pakistanska leiðaran

Imran Khan er dømdur fyri at hava selt gávur, sum hann fekk, meðan hann var forsætisráðharri

(Mynd: Reuters)

(Mynd: Reuters)

2023-08-06 10:42 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fyrrverandi pakistanski leiðarin, 70 ára gamli Imran Khan varð í gjár dømdur trý ára fongsulsrevsing fyri at svika við gávum, sum hann fekk, meðan hann var forsætisráðharri í árunum 2018 til 2022.

Sambært Ritzau er hann dømdur fyri at hava selt nakrar av teimum gávunum, sum hann fekk, og kann dómurin møguliga forða honum í at stilla uppaftur á næsta vali í Pakistan, sum í seinasta lagi skal verða fyrst í november.

Í sambandi við dómin varð Khan eisini handtikin í býnum Lahore í gjár í eystara parti av landinum og síðani fluttur til høvuðsstaðin Islamabad.

Flokkurin hjá Khan, Tehreek-e-Insaf (PTI) sigur seg longu hava kært dómin til pakistanska hægstarættin.

Khan, ið hevur noktað seg sekan, varð tvungin til at leggja frá sær í apríl í fjør, eftir at hann tapti eina atkvøðugreiðslu um misálit.

Í mars royndi løgreglan eisini at handtaka Khan, men hetta elvdi til harðligar samanbrestir millum løgreglufólk og stuðulsfólk hjá Khan, og varð hetta av ongum. 

Í mai eydnaðist tað tó løgregluni at handtaka Khan, men nakrar dagar seinni gav hægstirætturin boð um, at hann skuldi leyslatast, tí hann metti, at talan var um ólógliga handtøku.

Sambært Khan og stuðlum hansara er hann offur fyri einari politiskari samansvørjing.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder