Trý fólk fara at kappast um teir báðar nevndarsessirnar, sum standa fyri vali í Starvsmannafelagnum á aðalfundinum 7. mars. Tvær kvinnur og ein maður.
Tey eru Borgný Mohr, sosialráðgevi í Almannaverkinum, Birita F. Kjærbæk, laborantur á Heilsufrøðiligu Starvsstovu og Svend Erik Saxov, ið starvast sum medico teknikari á Landssjúkrahúsinum. Øll trý eru í dag álitisfólk.
Frá vinstru: Birita F. Kjærbæk, Borgný Mohr og Svend Erik Saxov
Freistin at stilla upp var á midnátt í gjárkvøldið, 1. februar. Nevndarlimir verða valdir fyri trý ár.
Umframt nevndarvalið verður formansval eisini á aðalfundinum. Tvey valevni eru: verandi formaður Súni Selfoss og Gunnar Hjem, varaleiðari á sjúkraflutningstænastuni á Landssjúkrahúsinum.
Bæði til nevndar- og formansvalið verður møguleiki at velja frammanundan aðalfundinum. Skipað verður fyri talgildari atkvøðugreiðslu og brævatkvøðu. Undanvalið er frá sunnudegi 16. februar til fríggjadagin 6. mars, og verður nærri lýst seinni.
– Starvsmannafelagið
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald