
Tórshavnar kommuna: Spf. Bora bora termisk borihol til jarðhitaskipanir, jarðfrøðiligar kanningar og seruppgávur innan boring.
Eigari av felagnum er Ørvur Heinesen í Klaksvík. Felagið hevur størsta kompressaran í landinum, ein Atlas Copco, og ein borivogn, Comaccio GEO 600, hetta samanlagt er besta útgerðin á marknaðinum til hesar uppgávurnar.
Teir byrjaðu týsmorgun at bora uttanfyri Ráðhúsið í Havn, og longu leygarmorgunin vóru trý hol uppá 300 metrar hvørt borað, so tað gekk sera skjótt. Nú teir ruddaðu av í dag tók pumpuveitarin yvir, tað er í hesum føri Pf. Maria Poulsen, sum gera restina av arbeiðnum at geva Ráðhúsinum jarðhita.
Tað er Maria Poulsen, sum stendur fyri arbeiðnum - sáttmáli varð fyri stuttum undirskrivaður við felagið. Ráðgevi er Spf. RAM. Ráðhúsið verður í framtíðini hitað við eini 100 prosent grønari hitaloysn.
Ørvur Heinesen upplýsti í dag, at seinasta árið hevur felagið borað útivið 100 hol til fjarhita.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald