Uttanlands

Trý børn deyð í knívsálopi

Hendingin fór fram á einum dansiskúla í býnum Southport, nærhendis Liverpool, í gjár

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2024-07-30 12:15 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Trý børn eru deyð í einum kníválopi, sum hendi í býnum Southport, nærhendis Liverpool í Onglandi fyrrapartin í gjár.

Tvey av børnunum doyðu í gjár, men í dag komu tíðindini um, at ein triðja genta eisini hevur latið lív. Umframt tey hava átta børn og tvey vaksin eisini fingið skaða av knívsstungum.

Sambært blaðnum Daily Telegraph hendi illgerningurin í einum dansitíma ætlaður børnum í aldrinum 6 til 11 ár.

Illgerðarmaðurin varð handtikin eftir álopið. Talan er um ein 17 ára gamla drong, upplýsir løgreglan á staðnum.

Enn er ógreitt hví 17 ára gamli dronurin leyp á. Løgreglan hevur tó ikki illgruna til yvirgangsmotiv.

Bretski forsætisráðharrin, Keir Starmer, viðmerkti hendingina á X.

- Tíðindini úr Southport eru ógvuslig og ørkymlandi. Tankar mínir eru við øllum, sum eru rakt, skrivaði Starmer, og takkaði løgregluni og bjargingarfólkum fyri teirra arbeiði. 

(Tekstur rættaður kl. 12.25 - talið av deyðum komið upp á trý)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder