Ferðsluløgreglan var í gjár í Vágum og gjørdi kanningar. Trý mál vórðu uppskrivað.
Í eina førinum var tað bilførari, sum tosaði í handhildnari fartelefon meðan hann koyrdi.
Í øðrum førinum var tað eitt prutl, sum koyrdi 58 kilometrar um tíman, hóast hægst loyvda ferðin hjá slíkum prutlum sambært lógini ikki skal vera meira enn 30 kilometrar um tíman. Talan var tí um eitt prutl, sum er bygnaðarbroytt, sum tað eitur á dagsins løgreglumáli.
Og í triðja førinum var tað ein bilur, sum var máldur at koyra við eini ferð á 101 kilometrar um tíman á landsvegi. Fyri hetta fær bilførarin klipp í koyrikortið.
Løgreglan hevur enn ongar fráboðanir fingið um trupulleikar orsaka av nógva kavanum, sum er komin niður í nátt. Men Landsverk ávarar allar bilførarar um at koyra varðliga, tí hált er kring alt landið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald