Uttanlands

Russland: Trý deyð í dronuálopi nærindis Moskva

Russiska loftverjan hevur skotið niður 81 dronur í økinum í nátt

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2026-07-13 08:54 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Trý fólk hava latið lív, og fimm eru særd, eftir at Moskva-landsluturin í Russlandi varð álopin av dronum í nátt, boðar Andrej Vorobjov, guvernørur í landslutinum frá á boðtænastuni Telegram.

Trý fólk lótu lív, og trý vórðu særd, tá ein drona datt niður í býnum Istra, 40 kilometrar frá høvuðsstaðnum Moskva. Tvey onnur vórðu særd í einum øðrum parti av landslutinum.

Guvernørurin nevnir einki um, hvør er undir illgruna fyri at standa aftanfyri álopið.

Russiska loftverjan hevur skotið niður 81 dronur í økinum í nátt.

Í nátt varð eisini boðað frá einum álopi í landslutinum Stavropol í sunnara parti av landinum. Tá varð upplýst, at eldur var kyknaður í einum ídnaðarøki, men at eingin fólkaskaði var.

Ukraina og Russland hava verið í kríggj í yvir fýra ár, og seinastu tíðina hevur Ukraina framt fleiri álop á russiskt orkuundirstøðukervi. Ukraina sigur, at tað er aftursvar fyri russisk álop á ukrainskt øki.

Les eisini: Trot á brennievni í Russlandi - heita á fólk um at arbeiða heima


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder