Innanlands

Trý ferðsluóhapp - men eingin fólkaskaði

Fríggjamorgunin fóru tveir bilar á glið í hálkuni, og um kvøldið rendi ein bilur í síðuna á einum øðrum, tá hann ikki yvirhelt víkiskylduna

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2023-11-18 10:30 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fyrrapartin í gjár varð boðað frá tveimum ferðsluóhappum.

Tað fyrra varð fráboðað klokkan hálvgum níggju millum Streymnes og brúnna við Streymin. Ein bilur gleið í hálkuni og endaði við at fara útav vegnum. Bilurin gjørdist vrak, men førarin, sum var einsamallur í bilinum, fekk ongan skaða.

Vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn sigur, at tað var sum á kalvabaki, og máttu tey fáa ein saltbil at hjálpa til.

Stutt fyri klokkan 11 varð síðani boðað frá einum ferðsluóhappi við Ljósá. Her var talan eisini um ein bil, sum fór á glið í hálkuni og gjørdist vrak. Heldur ikki í hesum førinum fekk førarin, sum eisini var einsamallur í bilinum, skaða.

Um kvøldið - stutt fyri klokkan átta - varð boðað frá enn einum ferðsluóhappi - hesa ferð á Tvøroyri. Talan var um eitt sonevnt víkiskylduóhapp, har ein bilførari ikki yvirhelt víkiskylduna og rendi í síðuna á einum øðrum bili. Heldur ikki í hesum førinum var nakar fólkaskaði.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder