Innanlands

Trý ferðsluóhapp í gjár

Talan var ikki um nakað álvarsamt, og í øllum førum var talan bert um materiellan skaða, sigur løgreglan

Savnsmynd: Jens Kr. Vang

Savnsmynd: Jens Kr. Vang

2019-10-19 09:52 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Seinnapartin í gjár skrásetti løgreglan trý lítil ferðsluóhapp. Tað fyrsta var í Runavík og hini bæði í Klaksvík. 

Klokkan hálvgum fimm var eitt lítið óhapp á einum parkeringsøki í Runavík, har ein ungur drongur á prutli rakti ein bil, sum var í ferð við at koyra úr einum parkeringsbási.

Vaktleiðarin á politistøðini sigur, at eingin fólkaskaði var í hesum førinum, men at bilurin fekk eitt sindur av skaða.

Klokkan seks rendi ein bilur á eitt vegskelti á einum parkeringsøki í Klaksvík. Her var heldur eingin fólkaskaði, men bilurin, sum rendi á, fekk nakað av skaða.

Klokkan hálvgum átta var aftur eitt óhapp í Klaksvík. Hesuferð var tað ein bilur, sum rendi á ein annan bil, sum stóð parkeraður. Eisini í hesum førinum var bara materiellur skaði.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder