Innanlands

Trý ferðsluóhapp kring landið nærum samstundis

Smærri ferðsluóhapp hendu í Vágum, Kollafirði og í Eysturoynni í gjárkvøldið

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2021-07-22 15:45 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Løgreglan fekk úr at gera í gjárkvøldið, tá trý ferðsluóhapp vóru upp á trý korter. Frá trýkorter til seks og til klokkan hálvgun sjey. Í øllum trimum førunum var bert talan um materiellan skaða.

Fráboðanir um smærri ferðsluóhapp komu í Vágum, Kollafirði og í Eysturoy.

Í einum føri var tað ein bilførari, sum koyrdi út frá víkiplássi uttan at hyggja nóg væl afturum seg. Ein bilur, sum kom koyrandi eftir vegnum, hevði ikki so nógva ferð, og tí hendi ikki tað stóra har.

Í øðrum føri var tað ein bilur, sum heldur brádliga setti ferðina niður, so bilurin aftanfyri kom í trupulleikar. Her var heldur ikki so nógv ferð, so tað bleiv ikki álvarsligt.

Triðja fráboðanin var um samanstoyt millum ein bil og eina motorsúkklu. Tað kann ljóða álvarsligt, men aftur her var heldur ikki nógv ferð uppi í leikinum, og báðir partar komu so mikið langt niður í ferð áðrenn samanstoytin, at tað ongantíð var tann heilt stóri vandin á ferð.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder