Innanlands

Trý fólk á Landssjúkrahúsið eftir ferðsluóhapp

Yvirháling helst orsøkin

2020-10-09 23:02 Author image
Sverri Egholm

Ein yvirháling var helst orsøkin til eitt ferðsluóhapp á landsvegnum norðanfyri Kollafjørð fyrr í kvøld.

Trý fólk vórðu flutt á Landssjúkrahúsið, og løgreglan veit í løtuni ikki hvussu støðan er hjá teimum.

Óhappið hendi tá ein bilur, sum koyrdi suður eftir yvirhálaði ein annan bil. Ein mótkoyrandi bilur bremsaði fyri at forða samanstoyti, men við tí úrsliti, at ein bilur aftanfyri koyrdi rendi í reyvina á bilinum.

Landsvegurin á strekkinum var stongdur fyri ferðslu, og nógv útrykningsakfør komu á staðið. Trýkorter til tíggju var vegurin opin aftur.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald