Innanlands

Trý fólk á sjúkrahús eftir ferðsluóhapp í Vágum

Eitt ferðsluóhapp var í kvøld á landsvegnum við Hotel Vágar

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2022-01-08 20:36 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Ein samanstoytur var í kvøld millum tveir bilar á landsvegnum við flogvøllin í Vágum, við Hotel Vágar.

Løgreglan upplýsir, at trý fólk eru flutt á sjúkrahús. Enn vita tey á støðini í Havn ikki hvussu óhappið er hent, og heldur ikki hvussu støðan er hjá hesum trimum fólkunum.

Fráboðanin kom beint eftir klokkan 19 og í løtuni eru tey í Vágum í holt við at rudda bilarnar av vegnum. Meðan tað verður gjørt, verður ferðslan leidd ígjøgnum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder