Uttanlands

Trý fólk afturat latið lív á Mount Everest

Seinastu vikuna hava tíggju fólk latið lív á heimsins hægsta fjalli

Mynd: EPA

Mynd: EPA

2019-05-25 14:20 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í morgun frættist, at trý fólk afturat vórðu funnin deyð á Mount Everest.

Talan er um tveir írskar og ein bretskan fjallaklintrara, skrivar TV2.

Sostatt hava í minsta lagi tíggju fólk latið lív á heimsins hægsta fjalli seinastu vikuna.

Bretski fjallaklintrarin, 44 ára gamli Robin Fisher, megnaði at koma allan vegin til tops, men hann sakk saman 150 metrar frá tindinum, tá hann var á veg oman aftur.

Fólk royndu at hjálpa honum, men hann doyði stutt aftaná.

Veðrið var óvanliga gott hósnáttina, og orsakað av hesum royndu nógvir bólkar av fjallaklintrarum at leita sær upp á tindin.

At enda stóðu millum 250 og 300 fjallaklintrarar í einari langari bíðirøð, og hetta var eisini orsøkin til, at tveir fjallaklintrar lótu lív.

Les eisini: Stóðu í bíðirøð ovast á Mount Everest

Mett verður, at 802 fólk megnaðu at klintra allan vegin upp á tindin í fjør, og alt bendir á, at Mount Everest fer at fáa enn fleiri vitjandi í ár.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder