Trý fólk eru deyð í sambandi við skottilburðir á amerikanska Michigan State University mánakvøldið, amerikanska tíð. Fimm fólk eru særd, skriva tíðindastovurnar.
Gerningsmaðurin hevur eftir øllum at døma skotið seg sjálvan eftirfylgjandi. Tað upplýsti løgreglan tíðliga um morgun, okkara tíð.
Í tíðindaskrivi skrivar løgreglan, at gerningsmaðurin er funnin deyður uttan fyri kampus eftir at hava skotið sseg sjálvan.
Myndugleikarnir arbeiða enn við at kanna bakgrundina fyri illgerðina.
Løgreglan ávaraði á Twitter klokkan 20.40, at tað varð skotið við bygningin Berkey Hall, og at gerningsmaðurin var til gongu. Okkurt um ein tíma seinni skrivaði løgreglan, at tað hevði aftur verið skotið, hesaferð í eini venjingarstøð við universitetið. Heitt varð á øll, sum vóru á universitetinum um at leita sær til trygt stað.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald